Ein frelsubøn: Klettur, klovin fyri mær


Sangurin varð yrktur av Augustus Montague Toplady móti endanum av 18. øld.

Ein dagin gekk hann eftir eini smalari gøtu niðri við strondina. Brádliga brast eitt ógvusligt ódnarveður á við toru og snarljósi. Eftir stórt stríð eydnaðist honum at fáa eyga á eina rivu í klettinum. Hann krógvaði seg í klettarivuni og fekk tak yvir høvdið. Nú var hann tryggur.

Men meðan hann hugdi at ódnini, sum herjaði uttanfyri, komu orðini úr 1. Korintbrævi 10,4 til hansara: „…men kletturin var Kristus.“

Og soleiðis varð sangurin til, orð fyri orð: „Klettur, klovin fyri mær…“

Ein undurfullur sangur, sum eisini er ein frelsubøn. Biður tú hesi orðini og meinar tey av hjarta, hoyrir og svarar Harrin bønini.

Sangurin “Klettur klovin fyri mær” kann eisini hoyrast her og her. (sjónband)

  1. Klettur, klovin fyri mær,
    lat meg fáa lívd hjá tær!
    Lat tað vatn og blóð, sum fleyt
    hjarta frá, tá dagur treyt,
    tváa rein øll misbrot vár,
    syndasekt og syndasár!

  2. Um vit royndu allan mátt,
    um vit grótu dag og nátt,
    øll vár iðran, bøn og bót,
    øll vár sorg í hjartarót,
    ei tað bøtir misbrot vár,
    bótin er bert tíni sár.

  3. Armur, eymur eri eg,
    krossur tín má fjálga meg;
    nakin, tú mást klæða meg;
    sekur, tú mást náða meg;
    deyðadálkaður av synd,
    reinsa meg í lívsins lind!

  4. Tá mær tørvar mest á fold,
    tá eg fari undir mold,
    tá ei meir mítt hjarta slær,
    tá mín dómur kemur nær,
    klettur, klovin fyri mær
    lat meg fáa lívd hjá tær!

Aug. M. Toplady 1775. J. Dahl 1931.

Facebook
Twitter
WhatsApp
Email

Fleiri greinir

Vit kunnu biðja fyri tær í dag!

Vit vilja fegin biðja fyri tær ella onkrum, sum tú hevur umsorgan fyri. Alt í trúnaði.

Tað ber eisini til at senda bønarevni á SMS nr. 59 77 77.