Ísrael: Sjey grøði landsins

Ísrael: Sjey grøði landsins

Bæði í dag og gjøgnum alla søguna hevur Ísrael verið eitt ríkt land, tá ið tað kemur til landbúnaðargrøði.

“Tí at Harrin, Gud tín, vil føra teg inn í dýrdligt land, inn í land við løkum og vatnlindum og djúpum vøtnum, ið spretta upp í dølum og á fjøllum,inn í land við hveiti og byggi, við vínviði og fikutrøum og granateplum, inn í land við oljutrøum og hunangi, …” (5. Mós. 8,7-8).

Hetta eru lyftini, sum Gud gav jødunum, og tey hava alstóran týdning fyri gerandisdagin í Ísrael. Landbúnaðurin gevur fólkinum arbeiði, skattainntøkur og fíggjarligar inntøkur. Frá óminniligari tíð hevur hetta verið ein natúrligur partur av gerandisdegnum, men samstundis hevur tað eisini stóran andaligan týdning.

Landbúnaðurin fylgir eini árligum rútmu, sum er knýtt at høgtíðum Harrans.

Frá oktobur til desembur verður bæði hveiti og bygg sáað. Á heysthøgtíðunum verður biðið til Gud um regn. Um várið verður byggkornið heystað, og tað fellur saman við páskahøgtíðina. Hveitið verður heystað nakað seinni og borið fram fyri Harran á hvítusunnuhøgtíðini.

Fikurnar verða heystaðar tvær ferðir. Fyrra grøðin kemur í juni-juli, og tann seinna í august-septembur. Tey seinastu granateplini verða heystað í oktobur. Fruktin á víntrøunum byrjar at vaksa um várið, blómar í summarhitanum, og heystingin heldur fram til novembur.

Bøndurnir eru sera tilvitaðir um, hvar teir velja at velta grøðina. Landafrøðiliga landslagið í Ísrael er fjølbroytt. Har eru bæði stór strandaøki, fruktagóðir dalar, fjøll og oyðimørk. Alt hetta hevur samspæl við tey viðurskifti, sum geva jørðini ta neyðugu vætuna og gera hana fruktagóða.

Jisre’el-dalurin, Galilea og partar av Negev-oyðimørkini eru góð øki til at dyrka hveiti og bygg.

Við nýggjari tøkni og nútímans vatnveitingarskipanum hevur Negev-oyðimørkin stórar møguleikar til at dyrka frukt og grønmeti.

Olivintrø hava tann serliga eginleikan, at tey kunnu yvirliva bæði turkur og vánaliga jørð. Tey vaksa í Judea, Sámaria, Galilea, á Golanhæddunum og í Negev-oyðimørkini. Summi olivintrø í Ísrael eru fleiri túsund ára gomul.

Hin ógvusligi hitin við Deyðahavið og annars í Jordandalinum skapar bestu fortreytirnar fyri dadlur.

Alt Ísrael er partur av einum størri samanspæli: Smakkinum, góðskuni, framleiðsluni og høgtíðum Harrans. Soleiðis hevur tað verið, síðani jødarnir komu til landið, og soleiðis er tað enn í dag.

Hetta er Guds fingur og ein vitnisburður um Guds trúfesti.

Hvar í landinum tey enn sita og eta nýbakað pitabreyð við olivenolju ella søta tað við eitt sindur av hunangi – við vínberum og granateplum til dessert – er tað ein áminning um, at Ísraels Gud er trúfastur.

Orð til umhugsanar: “Hitt oydda landið skal verða dyrkað í staðin fyri at liggja í oyði fyri eygsjón alra teirra, ið koma framvið. Tá skal tað ljóða: Hetta landið, sum lá í oyði, er nú vorðið eins og Edens garður; og borgirnar, sum lógu avtoftaðar og sorlaðar og smildraðar, eru nú víggirdar og bygdar.v Tá munnu tjóðirnar, ið eftir eru kring tykkum, viðurkenna, at eg, Harrin, havi bygt upp aftur tað, sum niðurbrotið var, og gróðursett tað, sum lagt var í oyði. Eg, Harrin, havi talað og man útinna tað.” (Ezekiel 36,34-36)

Facebook
Twitter
WhatsApp
Email

Fleiri greinir

Vit kunnu biðja fyri tær í dag!

Vit vilja fegin biðja fyri tær ella onkrum, sum tú hevur umsorgan fyri. Alt í trúnaði.

Tað ber eisini til at senda bønarevni á SMS nr. 59 77 77.