„Hetta er flogskiparin, sum tosar. Vælkomin umborð. Flogferðin í dag verður í 33.000 fóta hædd. Veðrið sær gott út, og vit vænta at koma á mál umleið ein tíma og 20 minuttir. Inntil tá kunnu tit sita afturá, hvíla og njóta flogferðina.“
Sita afturá, hvíla og njóta flogferðina? Eg hevði ikki verið í flogfari síðani januar 1999, meira enn 16 ár frammanundan. Hesi 16 árini høvdu nógv neilig tíðindi verið um ymiskar hendingar í flogferðsluni. Álitið hjá mær var fokið, og í staðin hevði óttin tikið yvir.
Næstu 80 minuttirnar var lív mítt í hondunum á einum flogskipara, sum eg ikki kendi, og sum heldur ikki kendi meg. Eg var bundin av førleikum hansara og vísdómi, og einki var, eg sjálvur kundi gera. Eg kendi meg hjálparleysan. Óttin hevði fingið fastatøkur og eg var bangin. Eg sat bundin í trygdarbeltið og kendi meg innilæstan 33.000 føtur uppi í luftini. Tá bað eg eina bøn:
„Himmalski Faðir, hjálp mær.“
„Latum okkum tí við frímóði ganga fram at hásæti náðinnar, fyri at vit kunnu fáa miskunn og finna náði til hjálpar í tímiligari tíð!“ (Hebrearabrævið 4,16).
Hevur tú nakrantíð kent teg hjálparleysan, tí tú einki hevur kunnað gjørt við egnari megi? Hevur óttin tikið valdið á tær, ella hevur tú kent teg fangaðan?
„Tann dag, eg óttist, eg líti á teg!“ (Sálmur 56,4).
Bøn hevur eingi mørk. Vit kunnu biðja morgun og kvøld. Vit kunnu biðja í tøgn úr hjartanum, teska eina bøn, biðja hart ella biðja, hvar vit enn eru. Bønin hevur mátt at vinna á óttafullum hugsanum og broyta tær til løtur við styrki, vísdómi, friði og vón.
Dávid var óttafullur og flýddi undan Sáuli. Hann leitaði sær skjól í einum helli.
„Náða meg, Gud, náða meg, tí sál mín leitar at tær! Eg søki skjól undir skugga veingja tína, til tess at ólukkan er av.“ (Sálmur 57,2).
Jónas bað, meðan tari var fløktur um høvdið á honum, úr búkinum á stóra fiskinum:
„Eg heitti á Harran í neyð míni, og hann svaraði mær. Eg rópaði úr fangi Helheims, og tú hoyrdi rødd mína.“ (Jónas 2,3).
Pætur bað uppi á einum taki:
„Men dagin eftir, meðan teir vóru á leiðini, og nærkaðust bygdini, fór Pætur upp á takið at halda bøn um middagsleitið.“ (Ápostlasøgan 10,9).
Hanna bað um eitt barn, og himmalski Faðir okkara gav henni ein son:
„Harri herliðanna! um tú lítur at eymd trælkonu tínar og minnist mín og gloymir ikki trælkonu tína, men gevur trælkonu tíni son, so skal eg geva Harranum hann allar ævidagar hansara, og ikki skal rakiknívur koma á høvur hansara.“ (1. Sámuelsbók 1,11).
Hiskias kongur bað um at verða grøddur:
„Snúgv aftur og sig við Hizkia, høvdinga yvir fólki mínum: So sigur Harrin, Gud Dávids, forfaðirs tíns: Eg havi hoyrt bøn tína og sæð tár tíni! Sí, eg man grøða teg; í ovurmorgin manst tú fara niðan í hús Harrans.“ (2. Kongabók 20,5).
Jesus, sum var húðflongdur, sligin, særdur og negldur á krossin, bað fyri teimum, sum píndu hann:
„Faðir, fyrigev teimum; tí at teir vita ikki, hvat teir gera!“ (Lukas 23,34).
Tá ið tú kennir teg hjálparleysan, tá ið óttin hevur fingið fastatøkur, ella tú kennir teg fangaðan, so minst til, at tú og eg hava ein skipara, sum vil leiða okkum gjøgnum lívið. Ein skipara, sum kennir okkum, og sum vit kunnu líta á. Hann bjóðar okkum at biðja og lovar, at hann hoyrir bønir okkara.
„Kalla á meg, og eg man svara tær og kunngera tær miklar og loyndar lutir, sum tú ikki kennir.“ (Jeremia 33,3).
„Góðu ferðafólk, vit hava nú fingið loyvi at lenda 10 minuttir fyrr enn ætlað.”
Óttin, sum hevði tikið vald á mær, áðrenn eg bað, hevði tikið frá mær gleðina um eina góða flogferð.
Áðrenn eg fór úr flogfarinum, fekk eg høvi at tosa við flogskiparan og takka honum fyri góða ferð. Hann hevði meira enn 35 ára royndir sum flogskipari. Lívi mítt hevði verið í tryggum hondum.
Vit eru eisini í tryggum hondum. Okkara flogskipari hevur leitt mong mannalív gjøgnum allar tíðir.
„Um aldur og allar ævir ert tú, o Gud!“ (Sálmur 90,2).
Himmalski Faðir, hvønn dag, í hvørjari støðu og undir øllum umstøðum í lívi okkara, hjálp okkum altíð at minnast innbjóðing tína at biðja. Í Jesu navni. Amen.
Umsett frá CBN News


