Rana vaks upp sum muslimur, men so hendi nakað

Rana vaks upp sum muslimur, men so hendi nakað

Vitnisburður: Rana varð fødd í einari versligari muslimskari familju og sá jødarnar sum fíggindar. Men leitanin eftir meining við lívinum førdi hana út á eina heilt serliga ferð.

Hon vaks upp í einum islamskum samfelag í Jerusalem, har trúgvin var ein natúrligur partur av barndóminum. Hon hevði altíð gingið í arabiskum-katólskum skúlum, men hevði ongantíð hoyrt um kærleika Jesu Krists.

Tá ið hon var 12 ára gomul, flutti familjan til Haifa, har hon kom í samband við eitt blandað samfelag av muslimum og kristnum. Familjan fall væl til, og hon fekk vinir og eitt gott sosialt lív.

Sum ung møtti hon Nizar, og tey gjørdust par – men máttu halda sambandið loyniligt, tí tey høvdu ymiska átrúnaðarliga bakgrund, og hetta varð ikki góðtikið í umhvørvinum, har tey búðu.

Í tannárunum kendi hon kortini, at okkurt manglaði í lívi hennara. Hon spurdi seg sjálva, hvat endamálið var við lívinum. Var lívið bara at giftast og fáa børn?

Islamisku lógirnar vóru strangar, løgnar og krevjandi. Foreldrini høvdu tó lært hana at seta spurningar og leita eftir svar. Hetta fekk hana at seta spurnartekin við islam, og henni dámdi ikki tey svarini, hon fann.

Tá ið hon var 19 ára gomul, byrjaði hon at lesa løgfrøði á universitetinum. Tá ið hon nærkaðist 22 ára aldri, gjørdi hon av, at hon ikki longur trúði á Allah. Gudurin, hon kendi, var ov krevjandi og kendist langt frá menniskjunum.

Nøkur ár seinni broyttist Nizar fullkomiliga, eftir at hann hevði møtt Jesusi og tikið ímóti honum. Hann segði henni aftur og aftur um Jesus og segði eisini, at hon mátti trúgva á hann fyri at fáa ævigt lív.

Hon helt, at Nizar var vorðin óður í høvdinum, men sum tíðin leið, sá hon ta góðu broytingina, sum var hend í lívi hansara. Hetta fór eisini at ávirka hana.

Rana og Nizar gjørdu av at siga foreldrum hennara frá sambandinum. Men tað vísti seg, at tey ikki vildu hitta hann, tí hann ikki var muslimur. Rana varð bæði vónsvikin og bilsin. Hon hevði hildið, at foreldrini vóru rúmlig og góðtóku, at onnur høvdu eina aðra trúgv.

Tá ið hon var 23 ára gomul, gjørdi hon av at fara í kirkju saman við Nizar. Boðskapurin, hon hoyrdi, nam við hana. Prædikarin tosaði um, at børn skulu vera foreldrum sínum lýðin, og hon hugsaði, at hetta líktist nógv islam.

Men so helt hann fram og segði, at foreldur ikki mugu øsa børn síni til vreiði, so tey missa mótið (Kol 3,21).

„Eg kendi nærveru Guds og visti, at tað var eingin tilvild, at eg var har júst tá.“

Rana byrjaði í loyndum at lesa Nýggja Testamenti, samstundis sum hon alla tíðina var bangin fyri, at foreldrini skuldu finna útav tí.

So við og við læt Gud eygu hennara og hjarta upp. Har fann hon svar upp á allar spurningarnar, hon hevði um endamálið við lívinum.

Tá ið hon kom til frásøgnina um Lásarus, skilti hon, at Jesus var Gud, og tók hon ímóti honum sum frelsara sínum. Morgunin eftir vaknaði hon og kendi frið Guds.

„Eg var sum ein sveisiskur ostur, fullur av holum, men nú fylti Gud øll hesi tómrúmini í mær. Eg kendi meg ikki longur deyða innaní. Eg visti, at Gud elskaði meg treytaleyst. Eg var vorðin eitt nýtt menniskja.“

Men Gud var ikki liðugur við hana.

Meðan hon vaks upp í Jerusalem, var jødisk-arabiska stríðið altíð ein partur av umhvørvinum. Hon hevði lært, at landið hoyrdi palestinum til, og hon hevði luttikið í mótmælisgongum til frama fyri palestinum.

Men stríðið var ikki bara millum jødar og arabarar. Tað var eisini í hennara egna hjarta.

Sjálvt um jødarnir vóru góð menniskju, hoyrdi landið palestinum til, og tí vóru jødarnir fíggindar hennara, helt hon tá.

Rana greiðir frá:

„Hóast Gud hevði broytt lív mítt á nógvar mátar, tók tað longri tíð hjá mær at broytast í hjartanum í mun til Ísrael. Tað tók mær fleiri ár at góðtaka Ísrael og ísraelska flaggið. Tað var torført, men ein dag sannførdi Gud meg um, at landið hoyrdi honum til, og ein kærleiki til Ísrael vaks í hjarta mínum.“

Hon ásannaði, at samleiki hennara ikki var knýttur at einum tjóðskapi ella einum landi, men at Jesusi.

Hon kendi, at nú kundi hon av hjarta elska jødiska fólkið, og hon kundi eisini vera ein brúgv millum arabarar og jødar. Hon kundi hjálpa fólki at síggja, at tað bara er í Jesusi, vit finna tann veruliga friðin.

Nizar og Rana giftust, tá ið tey vóru 26 ára gomul.

Eftir at foreldrini fingu at vita um trúgv hennara, tosaðu tey næstan ikki við tey í fleiri ár. Men ommu- og abbabørnini bloyttu hjørtu teirra, og at enda tóku tey tey aftur inn í familjuna.

Rana heldur fram at biðja fyri foreldrum sínum og báðum yngru brøðrum sínum. Hon veit, at um Gud kundi broyta hjarta hennara, so kann hann eisini broyta hjørtu teirra.

Kelda: Den Norske Israelsmisjon

Facebook
Twitter
WhatsApp
Email

Fleiri greinir

Vit kunnu biðja fyri tær í dag!

Vit vilja fegin biðja fyri tær ella onkrum, sum tú hevur umsorgan fyri. Alt í trúnaði.

Tað ber eisini til at senda bønarevni á SMS nr. 59 77 77.