Forfylging og atsókn móti kristnum er versnað við 55 prosentum í teimum 18 londunum, sum eru kannað í nýggju frágreiðingini hjá “Aid to the Church in Need” (ACN) fyri tíðarskeiðið 2024–2026.
Eisini pávin ávarar um, at 413 milliónir kristin búgva í londum, har trúarfrælsið er munandi skert og verður brotið dag og dagliga, og tí eru kristin í vanda fyri at verða atsøkt. Meira enn 220 milliónir menniskju kring heimin eru nú beinleiðis útsett fyri teimum álvarsligastum brotum á mannarættindi, og í ongum av teimum kannaðu londunum er nakar bati at hóma.
Solomon Ako, ein 33 ára gamal kristin úr Norður-Nigeria, varð burturfluttur undir eini atsókn frá víðgongdum botsmonnum í bygdini, har hann búði, nærindis býnum Zaria. Í eini frásøgn hjá ACN greiddi hann frá, hvussu hann varð píndur saman við øðrum fangum. Teir vórðu hildnir undir í køldum vatni, so at bert høvdið var undan, og hóttir við deyðanum, um teir ikki avnoktaðu kristnu trúgv sína.
Afrika er framvegis eitt av høvuðsøkjunum fyri harðskapi frá islamistiskum víðgongdum bólkum. Seks av teimum tíggju londunum, sum eru harðast rakt av yvirgangi, liggja í Afrika sunnan fyri Sahara: Burkina Faso, Niger, Nigeria, Mali, Somalia og Lýðveldið Kongo.
Í Nigeria hava atsóknir frá brotsmonnum og radikaliseraðum fulani-hermonnum rikið meira enn 3,5 milliónir fólk frá húsi og heimi. Millum hendingarnar er eitt hópdrápsálop í Yelewata, har meira enn 200 kristin, vórðu dripin eftir einum degi.
Í Miðeystri hava kristin í Sýria aftur upplivað ótryggleika, síðani stjórnin hjá Bashar al-Assad fall. Hetta kom serliga til sjóndar í juni 2025, tá ein sjálvmorðsbumbumaður leyp á eina kirkju í Damaskus. 25 fólk lótu lív í álopinum.
„Hvørt kvøld, tá ið teir, sum hildu okkum fangar, svóvu, bóðu vit,“ minnist Ako aftur á. „Vit bóðu, tí vit vistu, at vit ikki vóru einsamøll, at Gud var hjá okkum, og at tað vóru fólk, sum ongantíð fóru at svíkja okkum.“
Góðu brøður og systrar í Kristi:
Lat okkum minnast til at biðja fyri teimum, sum verða forfylgd fyri sína trúgv á Jesus Kristus.
Jesus segði: “Sæl eru tey, ið verða forfylgd fyri rættvísis sakir, tí at himmiríkið er teirra.” Matt. 5,10.


