Bønin er mín himmalstigi

Bønin er mín himmalstigi
  1. Bønin er mín himmalstigi,

lyftir meg frá hesi verð;

Faðir, tá eg til tín biði,

upp frá jørð mín andi fer,

leitar til tín ljósa sal;

vegin vísir orð títt væl.

  1. «Biðið, og tit skulu fáa!»

Hetta orð títt styrki ber

teimum, sum móti himli tráa

troytt av hesi vándu verð.

Harrans bøn, várt Faðirvár,

grøða kann hvørt syndasár.

  1. Ei má heimsins sorg oss tyngja,

faðir vár í himli býr;

orð hans ugga kann og yngja

hvørt Guds barn, sum á hann trýr.

Hvør, sum himlavegin fann,

halgan frið og sælu vann.

  1. Lat so heimsins børn oss háða,

ei tað okkum nerva skal;

løn Gud letur okkum fáa,

leiðir okkum í sín sal.

Biðja vit í Jesu navn,

blítt hann tekur oss í favn.

Matt 7,7

Mikkjal á Ryggi

Facebook
Twitter
WhatsApp
Email

Fleiri greinir

Vit kunnu biðja fyri tær í dag!

Vit vilja fegin biðja fyri tær ella onkrum, sum tú hevur umsorgan fyri. Alt í trúnaði.

Tað ber eisini til at senda bønarevni á SMS nr. 59 77 77.