Eg gangi millum einglar

Eg gangi millum einglar

“Eg dugi ikki at greiða frá, hvat tað var, sum hendi. Men tað er líka so vist sum, at vit nú tosa saman. Brádliga stóð ein eingil við mína koyggju.“

Tann ungi sjómaðurin hevði leingi stríðst við andaligar spurningar, og hevði longst eftir at fáa frið við Gud. Og har úti á stóra havinum kom ein eingil og segði við hann: ”Tú skalt ikki óttast longur, tí bønir tínar eru hoyrdar.”

Og ein undurfullur friður kom yvir hann, og hann visti, at hann var eitt Guds barn.

Mong seta spurningin:” Kunnu vit trúgva, at einglar eru til?” Og vit kunnu svara: ”Hava vit orsøk at halda, at einglar ikki eru til?”

Guds møguleikar til at koma á tal við menniskju eru mangir. Og hann velur altíð tann háttin, har hann best kann sannføra okkum og svara okkara loyniligu spurningum.

Í Bíbliuni verður greitt frá einglum, sum ganga ørindi fyri Gud fyri at fáa hvønn einstakan í talu, og ferð eftir ferð upplivdu fólk, at sagt varð við tey: ”Óttast ikki, bøn tín er hoyrd.”

Eisini vit kunnu uppliva hetta. Um vit síggja eingilin ella ikki, er ikki tað týdningarmesta, men tað avgerandi er, um vit hava oyru, sum kunnu hoyra røddina úr erva: ”Óttast ikki, tú ert mín.”

Viðmerking: Einglar eru Guds tænandi andar, á hebraiskum ‘malak’ og á grikskum ‘ángelos’, ið merkja boðberi.

Facebook
Twitter
WhatsApp
Email

Fleiri greinir

Vit kunnu biðja fyri tær í dag!

Vit vilja fegin biðja fyri tær ella onkrum, sum tú hevur umsorgan fyri. Alt í trúnaði.

Tað ber eisini til at senda bønarevni á SMS nr. 59 77 77.