Øll vit kristnu eru á ferð og øll møta vit mótgongd og líðing í lívinum, fyrr ella seinni.
Tað umgongst ikki í hesum synduga heimi.
Kristinlívið er eitt stríð, tí at vit liva í einum syndugum heimi. Vit hava 3 høvuðsfíggindar, teir eru Sátan, heimurin og hitt gamla menniskjað í okkum.
Freistingin at fylgja hesum heimi og lata vera við at stríða trúarinnar góða stríð, er ómetaliga stór, eisini um tað ikki samsvarar við Guds orð og Guds vilja.
Tað er, sum kunnugt, munandi lættari, at ganga á tí breiða vegnum.
Guds orð bíður okkum at ”lata okkum í øll herklæði Guds” og at stríðast og ikki missa mótið. Eru vit ikki ílætin herklæðini, tá eru vit sárbar og ikki før fyri at berjast og stríðast ímóti Sátani, heiminum og gamla synduga menniskjanum í okkum.
Tað eru so mong mótleys kristin í dag, sum hava givið upp trúnna, sum ikki vildu, tímdu ella orkaðu at stríða trúarinnar góða stríð.
Hetta stríðið, eg tosi um, er IKKI eitt stríð fyri at blíva ein kristin, men tað er stríðið tú og eg eru í, fyri framhaldandi at vera ein kristin. Stríðið fyri at varðveita sonarrættin.
Bíblian ávarðar mangar ferðir um ikki at sovna og ikki at vera lunkin í trúnni. Tí ræður um, ikki bara fylgja við streyminum, men at striða trúarinnar góða stríð.
Og onki er so vandamikið fyri hin trúgvandi sum syndin, og tá ið vit ikki longur síggja synd sum synd.
Hetta er eisini ørindini hjá Judasi ápostli, tá ið hann sigur í v. 3: “Tit elskaðu, samstundis sum eg eri altráur eftir at skriva til tykkara um okkara felags frelsu, helt eg meg vera noyddan til at skriva til tykkara og minna tykkum á at stríðast fyri teirri trúgv, sum eina ferð fyri altíð er givin teimum heilagu.”
So hjálpi Gud okkum, at stríða hitt góða stríðið.
Hoyr sangin: ”Miss ikki mótið í hvussu ferð”, niðanfyri.
Sangløta í Vesturkirkjuni við Harmonikuvinum o.fl.


