Í vesturheiminum verða vit í størri og størri mun tyngd av angist, óró og strongd. Í hesum veruleika er gudstænastan ein sálarrøktarlig samtala, vit kunnu taka lut í fyri at finna frið, ró og hvíld.
Orð og mynd: Derhard Jógvansson, november 2026
Tað er eingin loyna, at vit í vesturheiminum í størri og størri mun líða av angist, óró og strongd. Nógvar ymiskar frágreiðingar til henda økta trupulleika verða nevndar dagliga. Og nógv góð tilboð verða bjóðað, so einstaka menniskjað kann fáa hjálp í síni neyð. Sálarrøkt er eitt av hesum tilboðum.
Nú eru tað ivaleyst fleiri, sum ikki heilt vita, hvat sálarrøkt er. Eg vil tí fyrst heilt stutt greiða frá hesum. Sálarrøkt er eitt kirkjuligt tilboð, sum í sínum uppruna stavar frá gamla testamentligari tíð og hevur verið brúkt í kirkjuni fram til okkara tíð.
Framferðarhátturin hevur við tíðini tillagað seg, og kann tað tí vera torført at geva eina lidna definitión av, hvat sálarrøkt er. Tó er nokkso breið semja um, at sálarrøkt er samtala í einum kristiligum høpi, har einstaklingurin í truplari støðu verður sæddur, hoyrdur og fevndur, soleiðis at viðkomandi fær mót á lívsleiðini.
Ein samtala í hesum samanhangi er ikki bert samtala ímillum tvey ella fleiri menniskju. Sálarrøkt er eisini samtalan ímillum Gud og einstaklingin. Hon kann vera verbal ella nonverbal. Hvussu nógv hevur kropsmál ikki at siga í eini samtalu? Ella kvirran? Ella tað at síggja hvønn annan í eyguni?
Og so er tað rúmið. Hvussu stóran týdning hava rúm ikki fyri samtalur? Kanska serliga tær torføru? Eg hugsi bæði um tað fysiska rúmið, men eisini tað ikki-fysiska: “rúmið” ímillum menniskju og “rúmið” ímillum menniskju og Gud.
Tað førir okkum til endamálið við hesi grein: At siga frá, hvussu vikuliga gudstænastan – hóast hon er so nógv meira og nógv annað – er ein sálarrøktarlig samtala, har vit sum einstaklingar við sálarkvøl kunnu taka lut og finna frið, ró og hvíld fyri sálum okkara.


