Amin vaks upp í eini strangari muslimskari familju í Iran. Men tá hann sum vaksin flutti úr landinum, hitti hann Yasnu, sum var kristin. Gjøgnum hana kom hann í samband við onnur kristin og fór við henni á møtir í húskirkjum.
„Eg sá, at vegurin við Kristusi er ómetaliga vakur,“ sigur Amin. „Og eg trúði.“
Tá Amin og Yasna giftust, lovaðu tey hvørjum øðrum at fylgja tí kristnu læruni. Men tá tey seinni fóru aftur til Iran, tí teirra fyrsta barn skuldi føðast, mistu tey sambandið við kristna felagsskapin. Í næstan trý ár fjaraði kristna trúgvin.
Dreymurin hjá Yasnu
Meðan tey vóru avbyrgd frá øðrum kristnum, fór Yasna fleiri ferðir at droyma um eina vinkonu, sum hon hevði latið eftir, tá tey fóru aftur til Iran. Í dreymunum bað vinkonan hana seta seg í samband við seg. Eftir fimta dreymin gjørdi Yasna tað – og sambandið varð endurreist.
„Tað var byrjanin til, at vit funnu aftur á kristnu leiðina,“ sigur Amin. „Innan ein mánað fóru vit at boða evangeliið og bjóða øðrum at velja tann eina sanna vegin til frelsu.“
Amin fór eisini at hjálpa við at fáa Bíbliur smuglaðar inn í Iran. Men onkur sveik hann. Hann varð handtikin uttan fyri arbeiðsplássið, og eftir at myndugleikarnir høvdu leitað heima hjá honum, varð hann førdur í varðhald. Har varð hann sálarliga píndur í fleiri dagar fyri at fáa hann at upplýsa nøvnini á øðrum kristnum.
Amin noktaði at siga nakað. Myndugleikarnir fingu tó endurvunnið strikað data úr telefon hansara, sum vísti bæði kristna dóp hansara og hjúnaband. Tá hóttu teir við at gera familju hansara ónáðir.
„Men við hjálp frá Heilaga Andanum megnaði eg at standa ímóti,“ sigur hann.
Ein uppspunnin ákæra
Amin varð ákærdur fyri njósning og fyri at hava vunnið nógv fólk til kristindómin – ákærur, sum kundu føra til deyðarevsing. Hann varð fluttur til eitt annað varðhaldsstað, har hann varð avhoyrdur í tríggjar dagar afturat.
Men familjan stríddist fyri honum. Eina viku seinni megnaðu tey at rinda ta ógvusligu upphæddina, sum myndugleikarnir kravdu sum loysigjald, og Amin varð latin leysur.
Fáar dagar seinni kravdu myndugleikarnir, at hann skuldi stovna falskar sosialar miðlar við kristnum boðskapi, so teir kundu finna onnur kristin.
Undrini byrjaðu
Men so hendu tvey undur skjótt. Fyrst varð internetið í Iran stongt eftir ófriðarstøður móti stjórnini. Tí bar ikki til hjá Amin at gera tær kravdu vangarnar.
Síðani brast kríggj á. Amin og Yasna fylgdu støðuni við markið og komu fram til, at nú var møguligt at sleppa úr landinum.
„Uttan at ivast pakkaðu vit tað mest neyðuga og fóru yvir um markið,“ sigur Amin. „Tað var ómetaliga strævið. Vit høvdu verið undir strongum eftirliti, og telefonir okkara vóru avlurtaðar. Vit kundu ikki seta okkum í samband við nakran.“
Tá tey endiliga komu til eitt trygt stað, ringdu tey til vinir sínar, sum beinanvegin bjóðaðu teimum eitt trygt skjól. Seinni fingu tey eisini fíggjarligan stuðul gjøgnum ein kristnan hjálparfelagsskap.
„Soleiðis úthelti Gud undur eftir undur yvir okkum. Vit eru æviga takksom fyri hansara óendaligu náði og kærleika.“
*Nøvn og nakrir persónligir upplýsingar eru broyttir av trygdarávum.
Kelda: ChristianAid


