Kristin í miðeystri verða forfylgd

Kristin í miðeystri verða forfylgd

Mong kristin úr økinum flyta av landinum, bæði vegna atsókn, vápnaðar ósemjur, stríð millum trúarbólkar og vantandi framtíðarútlitum hjá tí einstaka.

Í Iran er politiska veðurlagið vorðið meira kúgandi, eftir tey víðfevndu mótmælini í sambandi við deyða Mahsa Amini í 2022.

Kristin, sum alment játta sína trúgv, eru í vanda fyri hørðum revsingum frá myndugleikunum, eitt nú fongsul, órættvísum rættargangi, píning, eftirliti og trýsti um at venda aftur til islam.

Í Egyptalandi hevur staturin tikið anti-kristiligt haturstilfar burtur úr skúlabókum, men kirkjur verða framvegis álopnar. Í økinum við Nílánna verða ungar kristnar kvinnur framvegis burturfluttar, noyddar at skifta trúgv og tvungnar inn í hjúnaband, uttan at myndugleikarnir lata við seg koma.

Í Sýria vekir verandi stýrið stúran millum kristin, sum framvegis flýggja úr landinum. Síðani Assad-stýrið fall, eru hundraðtals drúsar, kristin, alawittar og sunnimuslimar dripnir í samanbrestum millum vápnaðar felagssakapir og stjórnarhermenn.

Facebook
Twitter
WhatsApp
Email

Fleiri greinir

Vit kunnu biðja fyri tær í dag!

Vit vilja fegin biðja fyri tær ella onkrum, sum tú hevur umsorgan fyri. Alt í trúnaði.

Tað ber eisini til at senda bønarevni á SMS nr. 59 77 77.