Soleiðis gera vit hvørt kvøld í heimi okkara

Soleiðis gera vit hvørt kvøld í heimi okkara

Bretski sjónvarpsmaðurin og skótaovastin, heimskendi Bear Grylls, skrivar soleiðis á Facebook: Vit biðja eina stutta bøn saman, áðrenn vit fara til songar.

Vit biðja fyri okkara trimum dreingjum, eisini nú, tá ið teir eru vorðnir eldri. Elsti sonur okkara, Jesse, er 22 ár. Hann var hjá okkum fyri stuttum, og tá ið hann fór úr kamarinum hjá okkum um kvøldið, rópti eg eftir honum:

– Nei, kom aftur – vit skulu biðja!

Soleiðis er tað hvørt kvøld.

Hetta snýr seg ikki um at vera serliga andaligur ella at fylgja føstum vanum. Tað snýr seg um samveru og samband. Um at enda dagin við at ásanna, at vit hava tørv á hjálp, at vit eru takksom fyri hvønn annan, og at vit standa saman.

Í einum heimi, har alt gongur so skjótt, hava vit tørv á føstum reglum. Vit hava tørv á siðum, sum minna okkum á tað, ið veruliga hevur týdning.

Hjá okkum er tað ein løta í friði og náum saman, áðrenn vit fara til songar.

Hvussu ger tit? Hvør er tann eini siðurin, sum hjálpir tykkara familju at halda fast við tað, ið hevur týdning? Vælkomin at skriva tína viðmerking á facebook-vangan hjá trúgv.fo.

Facebook
Twitter
WhatsApp
Email

Fleiri greinir

Vit kunnu biðja fyri tær í dag!

Vit vilja fegin biðja fyri tær ella onkrum, sum tú hevur umsorgan fyri. Alt í trúnaði.

Tað ber eisini til at senda bønarevni á SMS nr. 59 77 77.