Tey tíggju boðini eru grundlóg Guds. Tey savna grundreglurnar fyri vilja Guds við okkum menniskjum.
Móses fekk tey tíggju boðini frá Gudi og gav tey víðari til ísraelsfólk, meðan tey ferðaðust gjøgnum oyðimørkina úr Egyptalandi til nýggja landið, Ísrael.
Í mun til flestu aðrar reglur og boð hjá jødunum eru tey tíggju boðini galdandi fyri øll menniskju.
Flestu boðini verða enn í dag alment góðtikin sum grundleggjandi siðalæra um, hvussu menniskju eiga at vera hvør móti øðrum – uttan mun til trúgv og mentan.
Luthers lítla katekismus
Luthers lítla katekismus er ein lærubók í kristnu trúnni. Í fortaluni sigur Luther m.a.: “Fyri stuttum var eg og vitjaði kirkjuliðini kring landið, og sá eg tá, hvussu út av lagi illa stóð til. Hetta hevur noytt meg at skriva hesa stuttu og einføldu katekismus ella kristnilæru.”
Fyrsti høvuðspartur Hini tíggju boðini, soleiðis sum ein húsbóndi einfalt eigur at leggja heimafólki sínum tey í huga.
Fyrsta boð: Tú mást ikki hava aðrar gudar.
Tað er: Vit eiga fram um alt at óttast og elska Gud og seta alla okkara lít til hansara.
Annað boð: Tú mást ikki misbrúka navn Harrans, Guds tíns.
Tað er: Vit eiga at óttast og elska Gud, so at vit ikki við navni hansara banna, svørja, ganda, ljúgva ella svíkja, men í hvørjari neyð okkara ákalla tað, tilbiðja, lova og takka.
Triðja boð: Minst til at halda hvíludagin heilagan.
Tað er: Vit eiga at óttast og elska Gud, so at vit ikki vanvirða prædikuna og orð hansara, men halda tað heilagt, fegin hoyra og læra tað.
Fjórða boð: Æra faðir tín og móður tína.
Tað er: Vit eiga at óttast og elska Gud, so at vit ikki vanvirða foreldur okkara og harrar 1 okkara ella fáa ilt í tey, men halda tey í æru, tæna teimum, akta, elska og virða tey.
Fimta boð: Tú mást ikki sláa í hel.
Tað er: Vit eiga at óttast og elska Gud, so at vit ikki gera næsta okkara nakran skaða ella nakað mein á likamið, men hjálpa honum og dugna honum í hvørjari neyð og deyðaváða.
Sætta boð: Tú mást ikki dríva hor.
Tað er: Vit eiga at óttast og elska Gud, so at vit liva siðiliga og sámiliga í orði og verki, og at ein og hvør elskar og ærir hjúnafelaga sín.
Sjeynda boð: Tú mást ikki stjala.
Tað er: Vit eiga at óttast og elska Gud, so at vit ikki taka frá næsta okkara pengar ella ognarlutir hansara, og ikki heldur draga teir undir okkum við følskum vørum ella øðrum sviki, men hjálpa honum at fremja atvinnu sína og at hava tað, ið hann eigur.
Áttanda boð: Tú mást ikki bera falskan vitnisburð ímóti næsta tínum.
Tað er: Vit eiga at óttast og elska Gud, so at vit ikki ljúgva upp á næsta okkara, ikki svíkja hann, baktala hann ella spilla hann út; men vit eiga at umbera hann, tala gott um hann og taka alt væl upp og leggja tað besta í alt.
Níggjunda boð: Tú mást ikki girnast hús næsta tíns.
Tað er: Vit eiga at óttast og elska Gud, so at vit ikki við list tráa eftir arvi ella húsi næsta okkara og við eiti av rætti draga tað undir okkum, men hjálpa og dugna honum, so at hann kann hava tað.
Tíggjunda boð: Tú mást ikki girnast konu næsta tíns, ikki húskall ella arbeiðiskonu hansara, ikki fæ hansara ella nakað, sum næsti tín eigur.
Tað er: Vit eiga at óttast og elska Gud, so at vit ikki lokka ella noyða konu, arbeiðisfólk ella fæ frá næsta okkara, men halda tey til at verða og at gera tað, ið tey eiga at gera.


