Hóast kríggj, fátækradømi og atsóknir veksur ein lítil, men alsamt vaksandi kristin undirgrundarkirkja í Jemen. Sambært Bedros, sum hevur ábyrgd av einum verkætlanum hjá Dansk Europamission, eru nú umleið 10.000 innføddir jemensk kristin, sum eru trúarskiftingar úr islam. Onkur meting sigur, at talið kann vera enn hægri.
Flestu teirra koma úr sera konservativum muslimskum umhvørvi, bæði sunnimum og sjia-muslimum.
Ein orsøk til, at summi leita sær burtur frá islam, er ein djúpur andaligur longsul, sum tey ikki uppliva verður nøktaður í islam. „Nógvir jemenar hava ein djúpan andaligan longsul, sum fyrst verður nøktaður, tá ið tey møta Jesusi í Bíbliuni,“ sigur Bedros.
Kríggið millum sunnimuslimar og sjia-muslimar hevur eisini fingið fleiri at seta spurningar við trúgv sína. Í áratíggju hava báðir partar rópt „Allah er stórur“, samstundis sum teir hava dripið hvønn annan í Guds navni.
Fyrstu kristnu felagsskapirnir
Fyri umleið 25 árum síðani vóru kanska bara eini tíggju innfødd kristin í øllum Jemen. Tey vóru spjadd kring landið og kendu ikki hvør annan. Í 2003 var talið vaksið til umleið 20, og smáir, loyniligir kristnir felagsskapir byrjaðu at koma saman.
Vegna atsóknir vórðu fleiri av hesum bólkum upploystir. Frá 2007 tóku fólk aftur stig til at hittast í smáum, loyniligum bólkum, serliga í teimum stóru býunum.
Tað hevur tikið langa tíð at byggja álit millum tey kristnu, tí nógv hava óttast, at onnur kundu vera njósnarar. Mong nýggj kristin hava enntá hildið, at tey vóru tey einastu kristnu í Jemen.
Í dag er myndin broytt. Undirgrundarkirkjan er vaksin so mikið, at trý ættarlið nú kunnu møtast til gudstænastu. Eisini sita menn og kvinnur saman, nakað sum ikki er vanligt í jemenskari mentan.
„Vit siga, at bara Jesus kann gera hetta, tí vit eru brøður og systrar í honum,“ sigur Bedros.
Hóast kirkjan framvegis er ung og er undir stórum trýsti, er hon tekin um, at kristin trúgv veksur mitt í kríggi, ruðuleika og forfylging.


