Vøggusangur í Argja kirkju

Vøggusangur í Argja kirkju

Týsd. 29. sept. er ætlanin aftur at fara undir vøggusang í Argja kirkju.

Møtt verður eina ferð um vikuna 8 ferðir.

Ætlanin er at skipa tveir bólkar týsdagar:

Bólkur 1 kl. 10.15 -11.00, er fyri børn, ið eru 3-6 mánaðir við byrjan.

Bólkur 2 kl. 11.30-12.15, er fyri børn, ið eru 6-9 mánaðir við byrjan.

Tóra Vestergaard, ið er útbúgvin frá musikkkonservatorium fer at hava vøggusangin í Argja kirkju.

Á skránni verður sangur, tónleikur og spæl. Aftaná er drekkamunnur og samvera.

Tað er ókeypis at luttaka, og pláss er fyri 10 børnum í hvørjum bólki.

Tilmelding fer fram á telduposti: argja@kirkja.fo, har ein kann viðmerkja  navn og tlf.nr., umframt navn og føðingardag hjá barninum.

Argja kirkja

Facebook
Twitter
WhatsApp
Email

Fleiri greinir

Vit kunnu biðja fyri tær í dag!

Vit vilja fegin biðja fyri tær ella onkrum, sum tú hevur umsorgan fyri. Alt í trúnaði.

Tað ber eisini til at senda bønarevni á SMS nr. 59 77 77.