Heilivágur til undirgrundarkirkjuna í Norðurkorea

Heilivágur til undirgrundarkirkjuna í Norðurkorea

Kristin í Norðurkorea takka fyri heilivág í brævi.

Vit hava fingið eitt bræv, har kristin í undirgrundarkirkjuni í Norðurkorea takka fyri heilivág, sum tey hava fingið við stuðli frá gávum frá Dansk Europamission.

Brævið byrjar soleiðis:

„Eg sendi hesa heilsan vegna øll kristin í undirgrundarkirkjuni í Norðurkorea. Gud signi tykkum við nærveru Jesu Krists, hansara, sum er okkara Immanuel. Tøkk verið tykkara hjálpandi hendur hava, við hjálp tykkravit megnað vit at hialda út í kalda vetrinum.

„Vit hava fingið xxx pakkar av heilivági, og teir eru býttir út í xxx …“ (Upplýsingar um tal og landafrøðilig øki eru ikki tikin við av trygdarávum.)

„Norðurkoreanar, sum stríðast við fíggjarligar trupulleikar, uppliva, at prísirnir á heilivági eru ein stór byrða. Tey hava tí einki annað val enn at vera sjúk uttan at fáa neyðuga viðgerð. Norðurkoreanar, sum hava eina lutfalsliga góða fíggjarstøðu, kunnu hita húsini, keypa heilivág og fáa viðgerð.“

„Men vit, sum av Guds náði, hava fingið hjálp til rætta tíð frá Gudi Faðir, gjøgnum tykkara stuðul við heilivági, hava fingið viðgerð og vunnið á influensuni í vetrarkuldanum.“

Brævið endar soleiðis:

„Hjartaliga takk fyri kærleikan og blíðskapin, sum tit hava víst við at stuðla undirgrundarkirkjuni í Norðurkorea.“

Lat okkum minnast tey kristnu í norður Korea í bønum okkara.

Facebook
Twitter
WhatsApp
Email

Fleiri greinir

Vit kunnu biðja fyri tær í dag!

Vit vilja fegin biðja fyri tær ella onkrum, sum tú hevur umsorgan fyri. Alt í trúnaði.

Tað ber eisini til at senda bønarevni á SMS nr. 59 77 77.