Tað var ein tíð, tá ið orðini „Jesus er Harri“ kendust meira sum ein ávaring enn sum ein gleðiboðskapur.
Hvørja ferð eg sá hesi orðini skrivað við stórum, feitum stavum á einum skelti við vegjaðaran, vóru tey torfør at síggja burtur frá. Eg las: Jesus er Harri. Og tú mást trúgva tí – annars…!
Men við tíðini byrjaði Gud at broyta mína fatan av hesum orðunum.
Í 2. Tessaónikabrævi 1,11–12 biður Paulus ápostul um, “at Gud okkara má halda tykkum kallinum verdigar og við kraft fullkoma allan hug at tí, sum gott er, og virksemi í trúgv, fyri at várs harra Jesu navn má verða dýrmett í tykkum og tit í honum eftir náði Guds várs og Harrans Jesu Krists.
Mær dámar væl, at Paulus ikki lýsir ein persón, sum stríðist fyri at gera seg verdugan fyri Guds góðkenning. Nei, Gud er tann, sum gevur kraftina. Og alt hetta hendir, sigur Paulus, „eftir náði Guds várs og Harrans Jesu Krists“.
Tí nýtist mær ikki at líta á mína egnu styrki fyri at verða tann persónurin, sum Gud kallar meg til at vera. Eg kann hvíla í sannleikanum um, at hann longu virkar í mær og gevur mær ta styrki, sum eg havi tørv á fyri at liva í trúgv.
Og hetta haldi eg vera tað vakrasta av øllum: Jesus er ikki bara Frelsari mín. Hann er eisini Harri mín. Tí eg havi tørv á báðum.
Sum Frelsari brýtur hann syndarinnar leinkjur, sum eg ongantíð hevði megnað at brotið. Og sum Harri lærir Hann meg at liva í tí frælsi, sum hann hevur givið mær
.
At geva seg undir Jesus nýtist tí ikki at merkja, at vit av ótta lýða einum harðlyntum harra. Eg kann geva meg yvir til hansara við eyðmýkt – ja, enntá við gleði – tí eg gevi meg yvir til hansara, sum elskar meg. Eg kann líta á hann í øllum lívsins viðurskiftum, eisini tá ið tað snýr seg um vanar, sum eg ynski at sleppa av við, og ótta, sum heldur mær aftur.
At Jesus er Harri merkir, at eg ikki nýtist at finna frælsið við egnari megi. Eg havi ein at fylgja.
Nú, hvørja ferð eg síggi orðini „Jesus er Harri“, veit eg, at eg ikki nýtist at lata allar tær røddir, sum kappast um hjarta mítt, ráða yvir mær. Eg kann hyggja at tí, sum roynir at fáa vald á mær, og siga: „Eg hoyri Jesusi til.“
Spyr teg sjálvan: Hvat og hvør er harri í lívi tínum? Er tað ótti, eitt samband ella ein bundinskapur? Hvat tað so er, nevn tað fyri Harranum. Legg tað síðani í hendur hansara og sig: „Hetta skal ikki ráða yvir mær. Tað skalt tú, Jesus.“
Bøn Paulusar kann eisini vera bøn okkara:
Kæri Jesus! Eg eri takksamur fyri, at eg hoyri tær til. Tá ið Tú kallar meg at fylgja tær, gev mær tá trúgv til at taka næsta stigið og líta á, at tú gevur mær ta náði, sum eg havi tørv á.
Lat kærleika tín til mín verða sjónligan í lívi mínum og í lívinum hjá øðrum.
Í tínum navni biði eg. Amen.
Umsett úr enskum.


