Gud elskar teg og vil, at tú skalt kenna Hann, so at Hann kann fylla teg við friði og geva tær eitt veruligt lív – um ævir.
„Tí at so elskaði Guð heimin, at hann gav son sín, hin einborna, til tess at ein og hvør, sum trýr á hann, ikki skal glatast, men hava ævigt lív..“ Jesus segði: „eg eri komin til tess, at teir skulu hava lív og hava yvirflóð.” Jóh.3,16; 10,10
Gud hevur ætlað, at vit skulu hava frið og lív í yvirflóð. Hví eru vit tá so langt burtur frá Gudi?
Vit eru skild frá Gudi
Frá upphavi hava vit valt at vera Gudi ólýðin og ganga okkara egnu leiðir. Vit taka framvegis hesa avgerð í dag. Hetta ger, at vit verða skild frá Gudi.
„Øll hava syndað og teimum fattast dýrd Guds.“ Synd er at velja at siga, gera ella hugsa nakað, sum gongur ímóti vilja Guds.
„Tí at løn syndarinnar er deyði, men náðigáva Guds er ævigt lív í Kristi Jesusi, harra okkara.“ Róm. 3,23; 6,23
Bara ein vegur er til Gud.
Jesus Kristus doyði fyri syndir okkara
Jesus Kristus er Sonur Guds. Hann er tann einasti, sum kann leiða okkum aftur til Gud. Jesus doyði á krossinum og reis upp úr grøvini. Hann tók revsingina fyri syndir okkara á seg og bygdi brúgv millum Gud og menniskju.
„Tí at ein er Gud, ein er eisini millumgongumaðurin millum Guds og manna, maðurin Kristus Jesus.“
„Tí at Kristus leið eisini eina ferð fyri syndarar, ein rættvísur fyri órættvísar, fyri at hann kundi leiða okkum fram til Guds, hann, sum leið deyðan í likaminum, men varð livandi gjørdur í andanum,“ 1. Tim. 2,5; 1. Pæt. 3,18
Gud hevur gjørt einasta vegin til frelsu. Nú mugu vit sjálv taka avgerðina.
Vit mugu taka ímóti Kristusi
Vit mugu líta á Jesus Kristus, so at Hann kann fyrigeva okkum syndir okkara. Vit mugu taka ímóti honum sum Frelsara okkara og tæna honum sum Harra okkara.
„Men so mongum, sum tóku ímóti honum, teimum gav hann mátt til at verða Guðs børn, teimum, sum trúgva á navn hansara.“ Jóh. 1,12
Vilt tú geva Jesusi Kristi lív títt júst nú?
Um tú ynskir tað, kanst tú biðja hesa bøn og taka ímóti Jesusi sum Frelsara tínum:
Bið hesa bøn
Harri Jesus, eg veit, at eg eri syndari og havi tørv á fyrigeving tíni. Eg trúgvi, at tú doyði á krossinum fyri syndir mínar og reis upp úr grøvini fyri at geva mær lív. Eg veit, at tú ert einasti vegurin til Gud.
Tí vil eg nú gevast at vera tær ólýðin og í staðin byrja at liva saman við tær. Fyrigev mær, broyt lív mítt og vís mær, hvussu eg kann læra teg at kenna.
Í Jesu navni. Amen.
Kelda: CBN


