Bøn loysir upp í andaverðini

Bøn loysir upp í andaverðini

Ein maður flutti fyri nøkrum mánaðum síðani til eitt stað á arabisku hálvoynni, har hann í loyndum skal virka sum trúboðari. Í “Høsten i Flammer” skrivar hann: “Tá ið eg var framkomin í øllum góðum, rendi eg meg í ein koreanskan bønarbólk, sum er her fyri at biðja fyri fleiri økjum og trúboðaraarbeiðinum.

Tað andaliga veðurlagið er øðrvísi her, og Harrin hevur gjørt okkum varan við, at mangar forðingar eru í andaverðini, tá ið vit ætla okkum at hoyra, hvat ið Harrin hevur at siga. Hann hevur eisini fyrireikað meg og sagt, at nakrar av avbjóðingunum, sum vit koma at renna okkum í, eru einsemi og eitt ytri trýst frá samfelagnum, sum kemur sum strongd, materialisma og ótti. Hetta eru andar, sum merkja fólkið her. Vit síggja týðiliga tørvin, her er brúk fyri bønarbólkum, ið biðja strategiskt, og lovsangi gjøgnum allan landslutin.

Máttu vit øll trúgvandi verið eitt ker til heiðurs, halgað og nýtiligt hjá Harranum. 2. Tim. 2,21. Latið okkum víga okkum til Harran, so hann kann brúka okkum til sína æru.

Eitt kvøldið hoyrdi eg eina samrøðu á Visjon Norge. Tosað varð við eini hjún, sum greiddu frá, at øll trúgvandi í býnum Halden komu saman, uttan mun til hvørja kirkju ella samkomu, tey gingu í. Har býttu tey býin ímillum sín, so hvørt húskið fekk tvær gøtur at biðja fyri.

Miðvís bøn loysir upp í andaverðini og beinir forðingar av vegnum, so í Halden í Noregi vænta tey sær nógv av hesi verkætlan.

Kanska var tað eitt hugskot at byrja slíkt bønararbeiði í tínari bygd ella tínum býi?

Effie Campbell, umsetti

Facebook
Twitter
WhatsApp
Email

Fleiri greinir

Vit kunnu biðja fyri tær í dag!

Vit vilja fegin biðja fyri tær ella onkrum, sum tú hevur umsorgan fyri. Alt í trúnaði.

Tað ber eisini til at senda bønarevni á SMS nr. 59 77 77.