Presturin, Ezekiel Dachomo, rópar neyðarróp eftir endurtiknar drápshendingar í Plateau-landslutinum í Nigeria.
Ezekiel Dachomo, er leiðari í Plateau-landslutinum í Nigeria, og hann heldur fram at átala deyðiligu álopini á lokalsamfeløg. Hann lýsir stóra sálarliga pínuna av ferð eftir ferð at skula jarða fólk, sum eru dripin í harðskapsálopum.
Dachomo er leiðari í einum øki hjá kirkjuni “Church of Christ in Nations” (COCIN). Hann er avmyndaður við síðuna av hópgravum, meðan familjur syrgja síni kæru, sum eru dripin í álopum í økinum.
Hin 22. juni 2026 dokumenteraði Tíðindastovan Reuters, at presturin var til staðar við eina hópjarðarferð eftir eitt deyðiligt álop í Plateau-landslutinum. Upptøkurnar vístu syrgjandi íbúgvar savnaðir rundan um eina hópgrøv, meðan tey deyðu vórðu løgd til hvíldar.
Undir jarðarferðini setti Dachomo spurnartekin við trygdarstøðuna og greiddi frá, hví hann helt tað vera týdningarmikið at varðveita myndir av gravunum fyri komandi ættarlið.
Í eini nýggjari útsøgn, sum varð endurgivin 2. novembur, segði presturin, at fýra fólk aftrat vórðu dripin nærindis kirkju hansara. Hetta hevur elvt til, at enn fleiri familjur nú sita eftir í sorg.
– Góðu vinir, eg eri troyttur av at jarða mítt egna fólk – brøður og systrar í Harranum. Eg eri troyttur av at síggja sakleyst blóð. Eg eri troyttur av at síggja børn gerast faðirleys og kvinnur gerast einkjur, segði hann sorgarbundin og við gráturødd.
Dachomo heitti á myndugleikarnar, um at styrkja verjuna av teimum viðbreknu lokalsamfeløgunum, veita teimum flýddu familjunum hjálp og syrgja fyri, at tey, sum standa aftan fyri harðskapin, verða drigin til svars.
Endurtiknu álopini hava havt við sær, at familjur syrgja síni kæru, lokalsamfeløg liva í ótta, og kristnir leiðarar stríðast fyri at ugga tey, sum hava mist síni kæru.
Aftan fyri hvørt fráboðað deyðsfall er ein familja, sum noyðist at liva við pínufullu veruleikans um at hava mist ein, tey elska.
Meðan tey raktu lokalsamfeløgini framvegis leita eftir tryggleika og rættvísi, verða kristin eggjað til at minnast tey deyðu og familjur teirra í bønum, skriva fleiri kristiligar heimasíður.
Góði lesari: Latum okkum minnast tey forfylgdu í bønum okkara.
Les eisini: “Bøn fyri kristnum, sum verða forfylgd.”


