Ræðuligt álop á kristin í Etiopia

Ræðuligt álop á kristin í Etiopia

Í minsta lagi 60 kristin eru dripin í álopum í ófriðarliga Oromia-landslutinum í Etiopia.

Álopini vóru frá 20. til 24. oktobur, tá vápnaðir bólkar kringsettu ortodoksar kristnar bygdir í økjunum Merti og Shirka.

Millum tey, sum vórðu dripin, vóru kvinnur, børn og eldri fólk. Meira enn 20 fólk vórðu særd, meðan eldur varð settur á minst 20 hús, og fleiri handlar og fyritøkur vórðu løgd í oyði.

Tann 20. oktober vórðu 14 fólk dripin í Merti, og fýra dagar seinni vórðu 46 fólk dripin í Shirka.

Tað er ógreitt, hvør stendur aftan fyri álopini. Sambært Reuters leggja bæði stýrið í økinum og ein uppreistrarbólkur, sum kallar seg “Alliance for Survival”, skyldina á hvønn annan.

Hendingarnar eru partur av einum vaksandi ráki av álopum á ortodoks kristin í Oromia, sum er størsti og fólkaríkasti landsluturin í Etiopia.

Hesi álop minna okkum á, hvussu ótrygg støðan er hjá mongum kristnum, ikki bara í Etiopia – sum er nummar 36 á World Watch List hjá OpenDoors – men eisini í nógvum øðrum pørtum av Afrika sunnan fyri Sahara.

Hvar eru myndugleikarnir, eisini her hjá okkum? Hví hoyrist lítið og einki í miðlunum um hesar og líknandi ræðuleikar móti teimum kristnu, sum verða forfylgd, pínd og dripin?

Tey eru jú brøður og systrar okkara í Kristi og limir á sama likami. (1. Kor. 12,12)

Lat okkum biðja fyri teimum:

  • Biðið um troyst, lekidóm og neyðuga hjálp til øll, sum eru rakt av álopum og forfylging.
  • Biðið um, at myndugleikarnir vilja tryggja offrunum rættvísi og finna eina friðarliga loysn í ósemjuni við andstøðubólkarnar.
  • Biðið um, at samanhaldið millum tey kristnu í Etiopia verður styrkt í hesi truplu tíð.
Facebook
Twitter
WhatsApp
Email

Fleiri greinir

Vit kunnu biðja fyri tær í dag!

Vit vilja fegin biðja fyri tær ella onkrum, sum tú hevur umsorgan fyri. Alt í trúnaði.

Tað ber eisini til at senda bønarevni á SMS nr. 59 77 77.