Tá Mireille* varð grødd eftir bøn til Jesus, valdi hon at fylgja honum. Tað kostaði henni bæði hjúnalagið og sambandið við familjuna. Í dag stríðist hon við at forsyrgja sínum fimm børnum, men hon hevur ikki mist vónina.
Mireille* er 50 ára gomul og býr í miðpartinum av Fílabeinsstrondini. Í 2018 varð hon álvarsliga sjúk, og í royndini at finna lekidóm varð hon boðin við í eina kirkju. Har bað hon eina einfalda bøn:
„Jesus, eg kenni teg ikki, men tú kennir meg. Vilt tú grøða meg?“
Stutt eftir varð Mireille frísk. Eftir hetta gjørdi hon av at gerast kristin og fylgja Jesusi. Men henda avgerðin fekk stórar avleiðingar. Tá muslimski maður hennara uppdagaði, at hon hevði vent islam bakið, bannaði hann henni at fara í kirkju.
Mireille noktaði tó at sleppa nýggju trúgv síni. Tí tveitti maðurin hana og teirra fimm børn út úr heiminum.
Hon flutti inn á familjuøkið hjá foreldrunum. Hóast tey góvu henni eitt stað at búgva, slitu tey sambandið við hana orsakað av hennara nýggju trúgv. Brádliga stóð Mireille einsamøll við ábyrgdini av fimm børnum og stríðnum fyri at fáa mat og klæði til familjuna.
Hóast truplu umstøðurnar gavst hon ikki. Í 2021 fór hon undir at framleiða attiéké, ein siðbundnan vesturafrikanskan rætt, sum verður gjørdur úr maniok, einari tropiskari rótarfrukt. Soleiðis royndi hon at vinna pening til húsarhaldið.
Fyrstu árini mátti hon læna útgerð frá vinum, men spakuliga eydnaðist henni at byggja upp eitt grundarlag undir síni egnu lítlu fyritøku.
Ígjøgnum lokalu samstarvsfelagarnar hjá Open Doors hevur Mireille fingið hjálp í einari truplari tíð. Hon hevur millum annað fingið mat, og tvey av børnunum hava fingið stuðul til skúlagongd og skúlatilfar.
Seinni hevur hon eisini fingið møguleika at útvega sær sína egnu útgerð til framleiðsluna av attiéké. Hetta ger tað lættari hjá henni at forsyrgja familjuni.
Í dag hyggur Mireille við vón móti framtíðini.
„Jesus hevur givið mær frið. Tann friðin, sum eg ikki hevði áður, havi eg nú. Tí kann eg ikki venda honum bakið,“ sigur hon.
*Navnið er broytt av trygdarávum.
Kelda: Open Doors


