Saknaður á sjónum í 95 dagar

Saknaður á sjónum í 95 dagar

Ein fiskimaður, sum var saknaður á sjónum í 95 dagar, sigur, at Jesus á undurfullan hátt kom honum til hjálpar og bjargaði honum.

Hann fór til avstað úr Peru, væntandi ein vanligan fiskitúr. Hann hevði gjørt hetta einsamallur óteljandi ferðir áður.

Men tíggju dagar eftir fráferðina rakti ein ódn, sum førdi til, at Máximo „Gatón“ Napa kom av kós. Báturin rak út á víða Kyrrahavið, og hann hevði ongan møguleika at senda boð eftir hjálp.

Dagar gjørdust til vikur, og vikur gjørdust til mánaðir.

Hann drakk regnvatn. Tá ið maturin var uppi, noyddist hann at liva av kakkalakkum, fuglum og teimum fiskum, sum av tilvild komu upp í bátin. Eina ferð gingu heilir 15 dagar uttan at fáa nakað at eta.

Einsamallur úti á víða havi hevði hann bara eitt at gera: Hann bað til Gud hvønn einsta dag. Hann segði Gudi, hvussu nógv hann elskaði familju sína, og lovaði, at um Gud bjargaði honum, skuldi hann venda aftur til Guds.

Dagin fyri, at hann varð bjargaður, bað hann Gud senda sær eina tyrlu ella eitt lítið flogfar.

Dagin eftir kom ein tyrla frá einum fiskiskipi úr Ekvador til sjóndar. Máximo sigur, at tá ið hann hugdi upp á hjálparskiparan í tyrluni, sá hann andlitið á Jesusi beint við síðuna av honum, har Jesus hugdi niður á hann.

Eftir 95 dagar á sjónum var hann endiliga á veg heim aftur.

„Eg vil, at øll skulu vita, at Gud er stórur. Gud er undurfullur,“ segði hann.

Møtið við Jesus er hansara persónligi vitnisburður. Men eitt er vist: Ein maður, sum øll hildu vera farin, kom livandi aftur. Og hann gevur Gudi allan heiðurin fyri bjargingina.

„Gongur tú gjøgnum vøtn, tá eri eg við tær, gjøgnum streymar, tá skola teir teg ikki burtur; gongur tú gjøgnum eld, skal hann ikki brenna teg, og login ikki granda tær.“ Jes. 43,2.

Facebook
Twitter
WhatsApp
Email

Fleiri greinir

Vit kunnu biðja fyri tær í dag!

Vit vilja fegin biðja fyri tær ella onkrum, sum tú hevur umsorgan fyri. Alt í trúnaði.

Tað ber eisini til at senda bønarevni á SMS nr. 59 77 77.