Kristin dripin í hørðum bardøgum í Jemen

Kristin dripin í hørðum bardøgum í Jemen

JEMEN: Harðir barrdagar hava noytt túsundtals fólk at flýggja frá húsi og heimi. Mitt í ófriðinum syrgja kristin um missin av einum elskaðum trúarfelaga.

Støðan í Jemen er versnað munandi seinastu dagarnar. Bardagarnir millum houthi-rørsluna og stjórnarherin, sum Saudiarabia stuðlar, eru harðnaðir. Bæði loftálop og bardagar á jørðini hava breitt seg til stór øki í landinum.

Túsundtals fólk eru tí farin frá heimum sínum fyri at leita sær tryggleika aðrastaðni í landinum. Nógv koma til øki, sum longu eru undir stórum trýsti og mangla mat, reint vatn og nøktandi skjól. Neyðhjálparfólk eru undir vaksandi trýsti, heilsuverkið er hart sperrt, og atgongdin til mat er sera avmarkað.

Fyri fáum døgum síðani doyði ein kristin jemeni, eftir at hann varð raktur í krosseldinum undir bardøgunum. Andlát hansara hevur elvt til stóra sorg millum onnur kristin í landinum.

Kristin í Jemen liva frammanundan undir stórum trýsti, og nýggja harðskaparkósin ger støðu teirra enn meira ótrygga. Samstundis veksur tørvurin á neyðhjálp hjá familjum, sum hava mist heim síni ella ikki longur hava atgongd til grundleggjandi neyðsynjarvørur.

Bið fyri Jemen

– Bið fyri teimum, sum syrgja missin av einum kristnum trúarfelaga.

– Bið um, at tey mongu, sum eru flýdd frá heimum sínum, eisini kristnar familjur, fáa mat, reint vatn, heilivág og trygt skjól.

– Bið um, at harðskapurin steðgar, og at friður verður í landinum og millum fólkið har býr.

Kelda: OpneDoors Danmark

Facebook
Twitter
WhatsApp
Email

Fleiri greinir

Vit kunnu biðja fyri tær í dag!

Vit vilja fegin biðja fyri tær ella onkrum, sum tú hevur umsorgan fyri. Alt í trúnaði.

Tað ber eisini til at senda bønarevni á SMS nr. 59 77 77.