Bønarvegurin

Bønarvegurin

Biðið uttan íhald 1. Tess. 5,17.

Tveir menn komu eftir vegnum. Annar var so heilt vónleysur. Øll framtíðin lá myrk og døpur fyri honum. Hin royndi at menna hann upp, men alt til onkis. Hugtungur og vónleysur svaraði hann: ”Hvat kann verða gjørt við tveimum tómum hondum?” Tá svaraði hin blídliga og álvarsliga: ”Tú kanst leggja hendurnar saman í bøn til Guds!”

Hvussu ofta gloyma vit ikki henda undurfagra vegin burtur úr hvørjari neyð: bønarvegin. Vit hava lyndi til at seta okkara lít til tað, sum vit kunnu síggja og halda á, ognir okkara. Men tá ið tær týnast og verða burtur – og tað kunnu tær sum døgg fyri sól – tá verða vit vónleys og dapurskygd.

Hetta gerast vit, tí vit ikki lærdu at takka Gudi fyri gávurnar, vit høvdu fingið frá honum. Vit settu okkara lít til gávurnar og ikki gevaran. Í slíkum stundum hava vit sanniliga fyri neyðini at verða mint á, at tað nyttar at halda tómar hendur saman í bøn til okkara náðiríka gevara, Gud og faðir okkara í himlinum.

Tá ið vit hava eitthvørt í hondunum, ber ikki so væl til at halda hendurnar saman. Menniskju hava altíð báðar hendurnar fullar.

Tey fáa ikki sagt takk, tey fáa ikki biðið. Tey hava altíð ovmikið at takast við, tíðin er altíð ov stutt. Gud fær hvørki tíð ella tøkk frá teimum. Tí er so torført hjá einum ríkum at koma inn í Guds ríki. Hann hevur so ilt við at leggja frá sær og halda bøn.

Hjá mongum eru hendurnar so útdálkaðar í synd, at tey troysta sær ikki at halda tær saman í bøn, men tey fara longri og longri burtur í synd. Hesi mistaka seg í stórum. Rætti vegurin er at koma fram fyri Gud við allari synd síni. Tað er tøkkin, sum Gud ynskir sær fyri alt, hann gevur okkum.

Jesus nýtti bønarvegin. Hann fór burtur frá hinum niðan á fjallið ella út í oyðimørkina at halda bøn, og í bønini fekk hann kraft til verk sítt, og við hesi kraft sigraði hann á sjálvum deyðanum.

Bønin er mín himmalstigi,

lyftir meg frá hesi verð;

faðir, tá eg til tín biði,

upp frá jørð mín andi fer,

leitar til tín ljósa sal,

vegin vísir orð títt væl.

Ei má heimsins sorg oss tyngja,

faðir vár í himli býr,

orð hans ugga kann og yngja

hvørt Guds barn, sum á hann trýr.

Hvør, sum himlavegin fann,

halgan frið og sælu vann.

Facebook
Twitter
WhatsApp
Email

Fleiri greinir

Vit kunnu biðja fyri tær í dag!

Vit vilja fegin biðja fyri tær ella onkrum, sum tú hevur umsorgan fyri. Alt í trúnaði.

Tað ber eisini til at senda bønarevni á SMS nr. 59 77 77.